Arbeiðið at leggja inntøkutrygdina undir manningarfeløgini fíggja og umsita, gongur væl.
Tað sigur Alfred Petersen, løgfrøðingur, sum er formaður í nevndini, sum skal gera skipanina, sum manningarfeløgini skulu umsita.
Men nær arbeiðið verður liðugt, dugir hann ikki at siga.
Hinvegin er hann fullgreiður yvir, at ein loysn er ikki beint fyri framman.
- Hetta er ein 60 ára gomul skipan, sum skal kollveltast og tað ber ikki til at hurta málið ígjøgnum, sigur hann.
- Tað nyttar ikki at leggja trýst á og at áseta eitt evstamark, tí vit skulu finna eina skipan, sum allir partar kunnu liva við. Tað týdningarmesta er, at vit finna eina loysn, sum gongur politiska viljanum á møti og so hevur tað minni at siga um tað so verður í ár ella næsta ár, heldur hann.
Higartil hevur nevndin havt einar 10 fundir. Nevndin hevur arbeitt væl og hann væntar at finna semju, hóast Fiskimannafelagið fleiri ferðir hevur boðað frá, at tað vil ikki hoyra talan um eina skipan, at fiskimenn skulu betala minstuløn.
- Hinvegin er veruleikin tann, at tað er politiski viljin, at inntøkutrygdin skal av fíggjarlógini og undir manningarfeløgini at betala og tað mugu vit arbeiða útfrá.
Limirnir í nevndini, sum skal gera eina nýggja minstulønarskipan, eru: Alfred Petersen, formaður, Tummas Magnussen úr Fiskimálaráðnum er skrivar og Vinberg Sørensen fyri reiðarar, Jan Højgaard fyri Fiskimannafelagið, Jóannes Martin Olsen fyri ráfiskaseljarafelagið, Auðunn Konráðsson er fyri Meginfelag Útróðrarmanna, Páll hansen er fyri Maskinmeistarafelagið og Eyðstein Djurhuus fyri Skipara- & Navigatørfelagið.
Les eisini greinina: Stovna nýtt AlS fyri fiskimenn










