Gongur spakuliga tann rætta vegin

Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið ganga striltið, men tað gongur tann rætta vegin. Partarnir fóru hvør til sítt og skuldu hittast aftur klokkan 11 í dag

Sáttmálasamráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið gjørdust ein sera tungur burður.

Partarnir hava nú sitið saman síðan sunnudagin klokkan 14, bert slitið av átta tíma svøvni týsdagin.

Hóast partarnir eru sparnir við upplýsingum, so eru teir kortini á einum máli um, at tað gongur framá, men sera spakuliga. Tað er kravið hjá Starvsmannafelagnum um nýggja lønarskipan, sum er trupulleikin, og tað er eisini nýggju lænarskipanini, sum partarnir burturav hava arbeitt við seinastu trý samdøgrini.

Orsøkin til trupulleikarnar er, at Starvsmannafelagið er eitt sera víttfevnandi felag, og tískil eru nógv tekniskir spurningar, sum skulu fáast uppá pláss í sambandi við eina nýggja lønarskipan. Og eftir tí, sum Sosialurin skilir, so er tað her trupulleikin liggur.

Partarnir skulu ígjøgnum nógvar smálutir áðrenn lønarskipanin endaliga er komin upp á pláss, og tað er hetta sum tekur langa tíð.

Men tað er gongd í samráðingunum hóast alt.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sigur við Sosialin, at tað gongur framá, men at tað gongur seint.

- Aðalmálið hjá Starvsmannafelagnum er at fáa eina nýggja lønarskipan, og tí er tað henni vit arbeiða við. Um ein nýggj lønarskipan kemur upp á pláss, so rokni eg við, at tað fer at loysa upp fyri einum stórum parti av hinum krøvunum hjá felagnum, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Hann leggur tó afturat, at hóast tað tykist, sum samráðingarnar taka drúgva tíð, so er tað kortini ikki eitt tekin um at partarnir eru so øgiliga ósamdir.

Men eru tit farin at tosa um lønarkrøvini hjá felagnum?

- Nei, ikki beinleiðis. Men av tí at lønarskipanin er ein partur av samlaðu krøvunum, so verður nortað við lønarkrøvini, so hvørt sum vit koma inn á eitt slíkt øki. Men nei, lønarkrøvini liggja enn eftir.

Og høvuðsavtalan er løgd til viks fyri altíð?

- Bæði og. Vit vilja fegin hava eina høvuðsavtalu, men vil Starvsmannafelagið ikki hava hana, so verður ikki meiri gjørt við hana. Men tað er mín meting, at tað er rættari at hava eina høvuðsavtalu, tí í grundini hjálpir hon fakfeløgunum meir enn hon hjálpir arbeiðsgevarunum, sigur ein troyttur Karsten Hansen, sum hevur verið í gongd í nógvar dagar.


Rokna fyri seinastu ferð

Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalgarð er samdur við fíggjarmálaráðharranum um at tað er glið á, men hann er eitt sindur ónøgdur við, at tað gongur so seint sum tað ger.

- Vit eru byrjaði ov seint, og tí er ov long tíð farin uttan vit eru komin nóg langt, sigur hann.

Gunnleivur Dalsgarð viðgongur at trupulleikin liggur í nýggju lønarskipanini.

- Starvsmannafelagið fevnir um so nógv ymisk økir, at tað er trupult at fáa alt upp á pláss. Vit fóru aftur hvør til sítt, tí lønardeildin skal gera nakrar útrokningar, men nú má tað fara at verða seinastu ferð teir gera tað, sigur hann.

- Eg rokni við, at dagurin í dag verður avgerandi fyri um tað verður fuglur ella fiskur, leggur hann afturat.

Men er so vandi fyri, at talan verður um verkfall?

- Nei tað fari eg ikki at svara uppá, sigur hann.

- Eg haldi, at vit skulu geva degnum í dag ein møguleika og so fáa vit at síggja hvussu langt vit koma, sigur Gunnleivur.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum skoytir at enda uppí, at tað eru grundleggjandi munir í áskoðanini á eina nýggja lønarskipan, sum er orsøkin til at hendan ikki er komin upp á pláss enn.