Gongur spakuliga hjá Toda

Tað røkist lítið fyri, at Todi Jónsson, sum herfyri varð skaddur í knænum, verður tøkur, tá føroyska fótbóltslandsliðið skal royna seg í útidystunum móti Cypros og Írlandi.
- Í løtuni dugi eg ikki at siga, hvussu langa tíð eg noyðist at bíða afturat, áðrenn eg kann venja saman við hinum. Tað gongur rætta vegin, men tað gongur spakuliga. Higartil havi eg fyri tað mesta vant á súkklu. Enn hevur tað ikki borið til at súkkla ígjøgnum, og tá sigur tað seg sjálvt, at tað er ikki hugsningur um at renna og sparka til bóltin. So tað er einki annað at gera enn at koyra á og vóna tað besta, skrivar Todi á heimasíðu síni, www.todi.fo.