Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fegnast um framgongdina í lønar- og skattatølunum, sum vit greiða frá longur niðri á Portalinum. - Nú fyrra hálvár í 2010 er farið afturum, kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at føroyski búskapurin rakti botnin í 2009 og at tað nú gongur spakuliga framá aftur, sigur hann í stuttari viðmerking við Portalin.
Hann vónar, at framgongdin eisini skjótt fer at síggjast aftur við lægri arbeiðsloysistølum.
Hann sigur, at er framgongdin varandi í alt ár, skal meirinntøkan brúkast til at lækka hallið á fíggjarlógini.
Talan verður sostatt ikki um at endurskoða fíggjarætlanina við tí fyri eyga at økja játtanina til ymisk endamál fyri at skapa meiri arbeiði.
- Men heldur framgongdin á, fer tað sjálvandi eisini at síggjast aftur í játtanarkarminum til fíggjarlógina fyri 2011, leggur hann afturat.
Hann bíðar eisini í spenningin til úrslitini av nýggjastu konjunkturkanningini í føroyska konjunkturbarometrinum verða almannakunngjørd um ikki so langa tíð.
- Tað verður spennandi at síggja, hvat konjunkturbarometrið sigur um føroyska samfelagsbúskapin, sigur landsstýrismaðurin.










