1,785 metrar. So nógv nú lagt afturum av Eysturoyatunnlinum. Tað sigur P/f Eystur- og Sandoytunlar í síni seinastu dagføring.
Seinastu viku blivu tilsamans 75 metrar sprongdir. 42 metrar á Hvítanesi og 33 metrar á Strondum.
Tey siga, at arbeiðið gekk væl, hóast onkrir smærri lekar vóru at tetta á Strondum.
Tilsamans eru nú 1.026 metrar boraðir á Strondum, og tey eru komin undir fjørðin. Har mangla góðir 600 metrar til rundkoyringina. Á Hvítanesi eru 759 metrar boraðir.
Tunnilin verður beint oman fyri 11 kilometrar, tá hann er liðugur.