Arbeiðið at bjarga teimum innistongdu námsarbeiðsmonnunum í Kili hevur gingið skjótari, enn myndugleikarnir høvdu væntað. Higartil eru 20 av teimum 33 monnunum komnir upp úr náminum, og myndugleikarnir siga, at soleiðis sum tað gongur nú, kemur tann seinasti maðurin upp tíðliga í morginári.
Bjargingin verður send í sjónvarpi um allan heimin. Í dag váttaði Vatikanið, at Benedikt pávi fylgir bjargingini, og tað sama ger Barack Obama í Hvítu Húsunum, skrivar Reuters.










