Gongur skeivan veg í Suðuroy

Hetta er gongdin í Suðuroynni og gongdin er tíverri tann skeiva vegin.

Tað var niðurstøðan á býráðsfundi á Tvøroyri týskvøldið.

Har vóru inntøkurnar av kommunuskatti til umrøðu og har vísa tey turru tølini, at skattainntøkan hjá Tvøroyrar Kommunu er minkað 2,04% fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár, afturímóti sama tíðarskeiði í fjør.

Í januar í fjør fekk kommunan góðar 19,4 milliónir inn í skatti, men tað er minkað niður í góðar 19 higartil í ár.

Men býráðslimir staðfestu, at hetta er gongdin hjá allari Suðuroy, tí skattainntøkan er minkað í seks av teimum sjey kommununum í oynni. Tað er bara í Fámjin, at inntøkan er vaksin, men tað munar lítið, tí tølini eru smá, í Fámjin er inntøkan vaksin frá góðum 865.000 í fjør til slakar 877.000 í ár.

Annars er inntøkan minkað 2,7% í Vági, í Hvalba er hon minkað 4,26%, í Hovi er hon minkað 15,12%, í Porkeri er skatturin minkaður 1,25% og í Sumba er hann minkaður eitt hálvt prosent.

Afturgongdin í Suðuroy verður serliga sjónsk, tá ið hugsað verður um, at sum heild er skattainntøkan hjá kommununum hækkað 1,11% higartil í ár, aftur ímóti í fjør.

Suðuroyggin verður ofta samanborin við Norðoyggjar, men har er inntøkan av kommunuskatti nógv vaksin, bara í Klaksvík er hækkingin 7,72% higartil í ár, aftur ímóti í fjør.

Men býráðslimir á Tvøroyri vilja vera við, at tað eru ikki inntøkurnar frá fiskivinnuni, sum eru orsøkin.

- Tað eru tær almennu lønirnar í Klaksvík, sum gera útslagið, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Hann sigur, at hóast fólkatalið í Suðuroy og í Norðoyggum er áleið tað sama, hava tey í Norðoyggjum heili 50 ársverk ársverk fleiri í heilsu- og almannaverkinum enn tað eru í Suðuroy.

Eileen Sandá eigur myndina av Tvøroyri, við Sjúkrahúsinum í baksýni, tað er tað stóra, hvíta húsið.