Enn er einki at frætta frá samráðinginum millum almenna fakfelagssamstarvið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Í seinastu viku var ein fundur, og tá varð avtalað at hittast aftur í næstu viku.
Líkt er til, at hvørgin parturin hevur skund at fáa nýggjar sáttmálar.
Í almenna fakfelagsamstarvinum eru Føroya Lærarafelag, Starvsmannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Samráðst hevur bæði verið í felag og einsæris um serkrøv.
So leingi samráðst verður, vil einki felag upplýsa nakað frá samráðingunum.
Krøvini hjá pørtunum eru heldur ikki almenn enn.
Sáttmálarnir gingu út 1. oktober, men so leingi samráðst verður, verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur gjørt greitt, at í ár er ikki rúm fyri nøkrum lønarvøkstri. Feløgini hava mótmælt tí fráboðanini, sum tey meta vera at gera seg inn á samráðingarrættin.
Samstundis sum samráðst verður, viðger løgtingið uppskotið til nýggja fíggjarlóg, har ásett verður, hvat almenna stovnarnir skulu klára seg við næsta ár.