Gongur seinni enn ætlað við Suðuroyartunlinum

Landsverk hevur mælt til at brúka tvær milliónir til endamálið næsta ár, men tað kann loysa seg at bíða í eitt ár

Næsta ár ætlar samgongan at seta eina hálva millión av til at gera ymsar kanningar í sambandi við ein framtíðar Suðuroyartunnil.

 

Í 2016 mælti Landsverk annars til at brúka trý ár at gera forkanningarnar til ein Suðuroyartunnil og at byrja í 2017 við 550.000 krónum. Í ár skuldi 1,2 millión setast av og næsta ár skuldi so tvær milliónir setast av.

 

Men einki varð játtað í 2017, so í ár er fyrsta árið, at verkætlanin fekk eina játtan, og hon var upp á eina hálva millión.Næsta stig í kanningunum er at skjóta seismikk og at gera kjarnuboringar, og Landsverk mælti sostatt til at játta tvær milliónir til endamálið næsta ár.

 

Men Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, vísir Landsverk kortini á, at nýggja havrannsóknarskipið verður helst liðugt í 2020. Tað er útgjørt til at skjóta seismikk, og tískil vísir Landsverk á, at tað kann loysa seg at bíða við hesum kanningum til 2020.

 

Verður tað gjørt, ber til at halda fram við nøkrum av teimum innleiðandi kanningum komandi ár fyri eina hálva millión, sigur Landsverk.

 

Í ár hevur Landsverk mátað havbotnin av Sandi til norðara enda á Skúgvoynni. Botnurin við sunnara part av Skúgvoynni og norðan fyri á Suðuroynni, er eisini kannaður. Tað arbeiðið er gjørt í samráðið við Jarðfeingi og úrslitið verður nú viðgjørt á Jarðfeingi.

 

– Enn er einki, sum bendir á, at tað jarðfrøðiliga ikki ber til at gera tunnilin, sigur Landsverk. Men hann sigur kortini, at har eru tó ymisk jarðfrøðilig viðurskifti staðfest, ið eiga at kannast nærri.

 

Tað, sum liggur í kortunum er, at Suðuroyartunnilin verður í Tveimum. Ein tunnil verður av Sandi til Skúgvoyar og ein úr Skúgvi til Sandvíkar. Men tað merkir so eisini, at nýggjur tunnil má gerast ímillum Sandvík og Hvalbiar, umframt at nýggjur vegur má gerast í Hvalba.

 

Nú orðaskiftið hevur verið í Løgtinginum um ymisk viðurskifti, hava fleiri politikarar ført fram, at endamálið er at tað skal vera klárt at fara undir Suðuroyartunnilin so skjótt Sandoyartunnilin er liðugur, og tað verður í 2023.