Tað eydnaðist ikki í gjár at koma á tal við nakran av stjórunum í Føroya Banka, men á starvsfólkunum skilst, at alt gongur sína vanligu gongd viðvíkjandi avgreiðslu av lønum.
Alt vanligt arbeiði verður gjørt, men verkfallsrakt arbeiði verður ikki gjørt.
Sostatt verður at arbeiði, ið bankin vanliga tekur sær av í sambandi við lønaravgreiðslu, gjørt. Eingi frávik eru í vanligu mannagongdini.










