Gongur rætta vegin á Toftum

EB/Streyma venjarin harmaðist, og B68 venjarin fegnaðist um 1-1 á Svangaskarði

Tað endaði 1-1 á Svangaskarði, har B68 leygardagin hevði vitjan av favorittunum í EB/Streymi.
Seks minuttir undan steðg­inum legði miðvallarin Niels Pauli Danielsen EB/Streym framum eftir langa fram­legg­ing og eitt sindur tøv­andi B68 verjuspæl.
Støðan helt sær, inntil tað restaði eitt korter. Tá javnaði B68. Í fyrstu atløgu varð hild­ið, at tað var vongverjin Bergur Gregersen, sum hevði skorað eftir frísparks­fram­legging frá stinna mið­verj­anum Mads Rosenberg, men sambært dómaraseðlinum var tað EB/Streyma lið­for­maðurin Gert Hansen, sum bólturin rakti í høvdið á veg í málið.
Útjavnandi málið kom ikki óvart á, tí tá hevði B68 í eina góða løtu verið tætt við. Í álopinum vóru sera skjótu Jonleif Højgaard og Esmar Clementsen, sum er komin úr B71. Uppskriftin hjá B68 var at leggja bóltar fram um verjuna, so teir báðir kundu kapprenna við EB/Streyma miðverjuna, og í fleiri førum eydnaðist tað.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað týð­uligt, at heimamenninir vóru fegnir, meðan teir í gesta­leguni ikki vóru nøgdir:
– Vit eru ikki nøgdir við hetta. Úrslitið kunnu vit ikki finnast at, tí B68 stóð seg væl. Men vit eru misnøgdir við okkum sjálvar. Ætlanin var at taga spælið sundur og at leypa á í borðunum. Tað eydn­aðist ikki, og harvið var tað lættari hjá toftamonnum, tí teir eru stinnir í sentrala part­inum, segði EB/Streyma venjarin Rúni Nolsøe.
Jógvan Martin Olsen, sum saman við Øssuri Hansen hevur ábyrgdina av B68 liðnum, var fegin um, at teirra lið nú er komið á stiga­talvuna.
– Vit mugu rósa okkara spæl­arum fyri góðan hug­burð. Eisini er tað hugaligt at staðfesta, at leikliga avrikið gerst alsamt betri. Ímóti NSÍ var stórur fjáltur á og grund­leggjandi sendingar mis­eydn­aðust. Tað var betri í 2. hálv­leiki í Runavík, og í dag sá tað aftur betri út. Vit megn­aðu ofta at spæla okkum úr fyrsta trýstinum hjá teimum, og so løgdu vit send­ingarnar í borðini og inn um verjuna.
Rúni Nolsøe ásannaði, at tað var undarligt at leggja ætlanir ímóti liði, sum er mannað við fleiri spælarum, sum eru púra ókendir, men hann helt ikki, at hetta var nakað, ið kundi brúkast sum umbering um, at tað ikki eydnaðist at vinna:
– Vit hava so roynt og gott fólk, at vit eiga at leggja til rættis eftir okk­ara fyritreytum og ikki eftir, hvussu B68 liðið er samansett, og hvussu tað ætlar at spæla.
Nú hava tit Skála við Margáir?
– Har er einki sum eitur. Vit skulu vinna fulla úrtøku ímóti teimum, var greiði boð­skap­urin hjá EB/Streyma venj­aranum.
Jógvan Martin Olsen ásann­aði, at tað verður stór avbjóðing at fara til Fugla­firðar, men hann heldur, at gongdin boðar frá góðum – um tað framvegis fer at ganga rætta vegin hjá B68