Tað gongur at kalla ongan veg at tryggja fólki náttarfrið fyri motorum, sum skip hava gangandi um næturnar.
Tað gjørdu býráðslimir í Havn, greitt á seinasta býráðsfundi. Býráðið samtykti at játta slakar 600.000 krónur til at gera ábøtur á skipanina við landstreymi á Vestaru Vág.
Annars siga tey, at fleiri av skipunum, sum liggja við Vestaru Vág, fáa streym úr landi, men verða ábøtur gjørdar, kunnu upp aftur fleiri skip, knýta í.
Við landingarmiðstøðina, Barðið, liggja skip javnan og avreiða, men har er eingin landstreymur, men verða ábøtur gjørdar, fæst landstreymur eisini har.
Men býráðslimir førdu fram, at yvirhøvur eru tað smærri skip, sum liggja við Vestaru Bryggju, og tað er ikki har, tann stóri trupulleikin við larmi frá skipsmotorum er.
Tann stóri trupulleikin er hjá teimum stóru ferðamannaskipunum, og øðrum stórum skipum, sum liggja við bryggju. Og býráðslimir ásannaðu, at tað gongur ikki fyri seiði at fáa landstreym til tey skipini eisini.
– Tað er heilt langur vegur enn, áðrenn vit koma á mál í tí sambandi, segði Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.
Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, og formaður í Vinnunevndini hjá Býráðnum, sigur, at vit eru ikki nær í námind av eini loysn, har tað ber til at lata streym til tey stóru ferðamannaskipini.
Tað er ein rættiliga dýr íløga sum kostar tíggjutals milliónir, men hann sigur, at tey kanna møguleikarnar fyri at finna eina sámuliga loysn, sum hann málber seg.
Annars heldur hann, at tað er ein uppgáva fyri landsmyndugleikarnar at gera felags reglur, so at vit ikki fáa kapping ímillum kommunurnar, har summar kommunur brúka pengar upp á útvega landstreym, men har aðrar kommunur einki gera, og sostatt lokka skipini til sín ístaðin fyri at fara hagar, kravið er at tey skulu brúka landstreym.
– Eg skilji væl, at fólk eru órógvað, men vit arbeiða við einum møguleika, men tað verður ikki fyrr enn í heyst, at vit fáa sagt meiri um tað, sigur hann.
Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at tey hava umrøtt málið í Kommunufelagnum, men at tað gongur illa at fáa landsmyndugleikarnar at gera eina reglugerð, sum er felags fyri allar havnirnar.
Annars hevur landsstýrið boðað frá, at arbeitt verður við eini felags reglugerð á hesum øki fyri allar kommunurnar.
Men hon sigur, at tað er eitt ódnartak, tí eitt stórt skip, brúkar líka nógvan streym, sum øll Havnina, so tað verður ikki við tað fyrsta, at ein skipan við landstreymi til tey, verður veruleiki.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, heldur, at sum høvuðstaður eigur Havnin at ganga undan og at brúka tann peningin, ið krevst fyri at fáa eina skipan við landstreymi.











