Nýggjar fylgisveinamyndir, sum eru tiknar av nógv umrøddu russisku kolonnuni - ella hernaðarfylginum, sum í nógvar dagar hevur staðið nakrar kilometrar úr høvuðsstaðnum í Ukraina, vísa, at tað gongur ongan veg.
Seinastu dagarnar er fylgið ikki komið nærri høvuðsstaðnum, men er framvegis á leiðini við Hostomel-flogvøllin. Fyrstu fylgisveinamyndirnar vórðu tiknar hin 28. februar, og tá var fylgið eisini á leiðini við flogvøllin.
Sagt hevur verið, at hernaðarfylgið røkkur meira enn 60 kilometrar úr enda í annan, men í dag upplýsir Maxar, sum eigur fylgisveinamyndirnar, at veðrið á leiðini hevur verið yvirskýggjað, og tí er trupult at síggja, hvussu long røðin av akførum er.
Obertloytnanturin, Palle Ydstebø, sum starvast við Krigsskúlan í Noregi, sigur við Verdens Gang, at russar helst arbeiða hart fyri at fáa fylgið at flyta seg, men tað hevur higartil ikki eydnast at koma nakran veg.
- So leingi, sum bardagar eru, kemur fylgið við hernaðarakførum og veitingum ongan veg. Russar leypa á í Ukraina úr fleiri ættum. Fylgið hevði góða framgongd teir fyrstu dagarnar, men so steðgaði tað upp.
Palle Ydstebø sigur, at hernaðarfylgið helst hevur møtt stórari ukrainskari mótstøðu, umframt at lendið á leiðini er avbjóðandi.
Geir Hågen Karlsen, sum starvast við háskúlan hjá norsku verjuni, kemur til líknandi niðurstøðu sum obertloytnanturin og heldur, at ukrainski stjórnarherurin hevur steðgað stóra russiska fylginum.
Í hernaðarfylginum eru nøkur stríðsakfør, men talan er fyri tað mesta um bilar og lastbilar. Geir Hågen Karlsen vísir á, at fylgið stendur ógvuliga illa fyri eftir vegnum, og hann heldur ikki, at hetta er serliga hugvekjandi.
Men, vóru russar veikari, enn hildið hevur verið, og vóru førleikarnar verri?
- Ja, tað mugu vit siga. Átakið hevur verið illa lagt til rættis, men hetta hevur kanska verið meira politiskt stýrt ella hernaðarliga. Hetta hevur verið vánalig tilrættalegging millum deildirnar, sigur Geir Hågen Karlsen.











