Gongur nógv fyri seg í Liverpool

Beint undan vikuskiftinum seldi Liverpool FC argentinska vinstrabakkin Emiliano Insua til italska felagið Fiorentina.

 

Í hølunum á søluni av Insua, kunngjørdi felagið, at enski landsliðsmiðvallarin Joe Cole, varð komin ásamt við felagið um ein fýra ára sáttmála. Sáttmálin hjá Joe Cole við Chelsea, har hann hevur leikt í nøkur ár, gekk út í summar.

 

Í vikuni hevur stjørnuleikarin Steven Gerrard eisini sagt, at hann ynskir ikki at fara úr Liverpool, men vil hjálpa felagnum framá.

 

Í gjárkvøldið kunngjørdi Liverpool, at ein avtala er komin upp á pláss um at keypa 18 ára gamla skotska miðverjan Danny Wilson frá skotsku meistarunum úr Rangers. Danny Wilson var fastur fúsur í miðverjuni hjá Rangers í fjørð, og varð kosin ársins ungi leikari í Skotlandi í fjør.

 

Í dag hevur nýggi venjarin hjá Liverpool, Roy Hodgson, kunngjørt, at sveisiski bakkurin Phillipp Degen hevur fingið fríar teymar at leita sær eftir einum nýggjum felagi.

 

Í einari samrøðu við almennu heimasíðuna hjá Liverpool sigur Roy Hodgson eisini í dag, at hóast nógv er hent seinastu dagarnar, er alt ikki bara ein dansur á rósum hjá Liverpool.

 

- Her er nógv eftir at gera, og tørvur er á nógvum spælarum, sigur Roy Hodgson.

 

Hetta kundi bent á, at Roy Hodgson er ikki heilt liðugur á spælaramarknaðinum júst enn.