Útlendingar skulu ikki eiga í føroysku fiskivinnuni.
Tað heldur Brandur Sandoy, tinglimur í Fólkaflokkinum, sum er í samgongu.
Nettupp útlendskur ognarskapur í føroysku fiskivinnuni hevur verið eitt høvuðsmál, nú samgongan ætlar at seta eina nýggja fiskivinnuskipan í gildi.
Undanfarna samgonga samtykti, at útlendingar skuldu úr føroysku fiskivinnuni upp á nøkur ár, og tað elvdi til at viðurskiftini ímillum Føroyar og Ísland, versnaðu munandi, og eisini niðurlendingar gjørdu var við seg hjá føroysku myndugleikunum.
Núverandi samgonga ætlar at at loyva útlendingum at eiga ein part í føroysku fiskivinnuni.
Men tað er Brandur Sandoy ikki samdur í, tí hann heldur, at tað eru føroyingar einsamallir, sum skulu hava allan ræðisrættin á okkara fiskatilfeingi.
Tí fer hann at leggja dent á, at samgongan ger eina skipan sum ber í sær, at útlendskur ognarskapur í føroyskari fiskivinnu, skal fjarða burtur eftir nøkrum árum.
– Tað skulu ikki vera útlendingar, sum skulu siga okkum, hvussu vit skulu skipa okkara fiskivinnu, sigur hann.
Hann sigur, at hann sjálvandi bundin av avtalum í samgongu, men hann heldur, at áðrenn nýggja fiskivinnuskipanin verður endaliga samtykt, skal ein áseting vera um, hvussu útlendskur kapitalur, so líðandi, verður slúsaður heilt úr føroysku fiskivinnu.
Og hann sigur, at hann er rættiliga »stálsettur« í at vit megna at gera eina skipan um at fáa útlendingar úr fiskivinnuni í Føroyum eftir nøkrum árum.











