Gongurólvur tríggjar ferðir á rað

Tað var ein øgilig kapping millum 6-mannaførini við kvinnum. Jarnbardur, sum ikki hevur verið so frammarlaga í tveimum teimum fyrstu róðrunum, bjóðaði beinanvegin av í oddastríðnum.

Jarnbardur helt seg leingi millum teir fremstu, men at enda tóktist tær ikki hava so góða venjing, sum hinir báðir fremstu bátarnir.

Tað vóru Gongurólvur og Páll Fangi, sum í endaspurtinum vóru í tættari kapping. Páll Fangi lá eina løtu til at vinna fyrsta sigurin í ár, men á síðsta teininum vigaðu tøkini meiri hjá teimum umborð á Gongurólvi, sum vann og harvið hevur vunnið allar tríggjar róðrarnar, sum higartil í summar eru avgreiddir.

 

Úrslit

1 Gongurólvur 05:30.16

2 Páll Fangi 05:31.12

3 Jarnbardur 05:34.07

4 Sølmundur 05:38.12

5 Hvessingur 05:39.21

6 Romulus 05:43.04

 

Støðan

1 Gongurólvur 21

2 Páll Fangi 17

3 Sølmundur 15

4 Jarnbardur 12

5 Hvessingur 10

6 Romvlvs 4

7 Romulus 2