Gongurólvur spurtaði seg til FM

6-mannafør kvinnur: Tað er fagnaður í Havnar Róðrarfelag, og tað er stórt vónbrot í Sundalagnum, eftir at 6-mannaførini við kvinnum hava róð.

Fyrr í summar hava hesar báðar manningarnar mest sum aðru hvørja ferð vunnið trivaligar sigrar. Í dag gekk sera javnt á. Eftir eina løtu stavn um stavn legði Hvessingur seg framum, og bara 300 metrar úr málinum var Hvessingur skutin frammanfyri.

So var tað, at Gongurólvur fór at spurta. Tøkini munaðu meiri hjá teimum, sum róðu í heimasjógvi, og tá ið fremstu bátarnir fóru um málið, var Gongurólvur skutin fremst.

Páll Fangi vann tøttu kappingina um bronsuplássið við Jarnbard.

 

 

1 Gongurólvur 04:43.20

2 Hvessingur 04:44.11

3 Páll Fangi 04:56.02

4 Jarnbardur 04:56.09

 

Endaliga støðan

1 Gongurólvur 46 (FM)

2 Hvessingur 45

3 Jarnbardur 34

4 Páll Fangi 13

5 Herningur 8