Hetta var fimta kappingin, og fyri fimtu ferð var Gongurólvur fyrstur á mál. Tað er framúr avrik, og tær í Havnar Róðrarfelag hava í verulekanum longu tryggjað sær FM heitið.
Hóast sami bátur enn eina ferð var fyrstur á mál, so ber ikki til at siga, at kappingin var keðilig. Á málstrikuni var munurin frá Gongurólvi og aftur til Jarnbard bara stavnurin. Gongurólvur hevði tíðina 5.25.10, og Jarnbardur hevði tíðina 5.25.16.
At tað var so stutt millum fremstu bátarnar vísir, at tað á ongan hátt kann metast avgjørt, at Gongurólvur fer at vinna allar róðrarnar í ár. Men eingin ivi man vera um, at kvinnurnar í Havnar Róðrarfelag eru rættuliga uppsettar uppá at gerast fyrsti báturin yvirhøvur, sum í einum og sama ári vinnur sjey FM kappingar.
Tær umborð á Jarnbardi fóru seint undir venjingarnar. Tær luttóku ikki í fyrstu kappingunum, og harvið eru tær ikki við í FM kappingini. Reglurnar siga, at tað er bara millum bátar, sum luttaka í øllum FM róðrunum, at tað verður kappast um meistaraskapin. Men framgongdin hjá royndu og annars væl vandu manningini umborð á Jarnbardi hevur verið so stór seinastu ferðirnar, at tað er væl hugsandi, at tær kunnu hótta bátin, sum í Sandavági fer at vinna FM. Men tað hevði dámt teimum umborð á Gongurólvi lítið at vunnið FM og ikki at vunnið tann róðurin, har tær tryggja sær FM heitið. Tí verður talan um stóra kapping leygardagin.
Og so skal ikki gloymast, at tað var ein annar bátur enn teir báðir, sum endaðu á fremstu plássunum, sum leygardagin var á odda størsta partin av róðrarteininum í Fuglafirði. Páll Fangi leyp avstað, og tá ið ein fjórðingur av teininum var rógvin, vóru tær úr Klaksvík tríggjar fjórðingar av einari bátslongd frammanfyri hinar bátarnar.
Páll Fangi helt leingi tørn um oddasessin. Gongurólvur og Jarnbardur nærkaðust, so munurin minkaði fyrst niður í hálva bátslongd, og tá ið teinurin var hálvrógvin, var bara ein lítil skutur á muni. Kanska Gongurólvur var fremstur eina ella tvær ferðir, men tær umborð á Páll Fanga vildu ikki sleppa. Tá ið tað varð farið undir sjálvan endaspurtin, var Páll Fangi ikki tikin, men so megnaðu tær ikki tað sama, sum tær gjørdu umborð á hinum báðum bátnum. Endaspurturin var ikki eins góður, og á málstrikuni var munurin frá Jarnbardi og aftur til Páll Fanga meiri enn ein hálv bátslongd.
Avrikið hjá teimum í Klaksvík var kortini so mikið gott, at tað framvegis mugu metast at vera vánir fyri, at tær kunnu vinna ein róður í ár. Men tað eru tær altso ikki einsamallar um at gera av. Tær umborð á Gongrólvi ætla sær at halda Páll Fanga aftanfyri seg, og tær ætla framvegis at halda Jarnbard aftanfyri seg.