Gongurólvur og Jarnbardur í harðari kapping

Sølmundur, sum á Norðoyastevnu var á bronsuplássi, hekk fastur í startinum, og so duttu teir heilt burtur ímillum

6-MANNAFØR MENN

Tað er eingin loyna. Bæði í Havnar Róðrarfelag og í Róðrarfelagnum NSÍ fylgja teir serliga væl við í, hvussu tað hilnast hjá 6-mannaførunum hjá feløgunum báðum. Orsøkin er so líka til. Í báðum feløgunum verður vónað og roknað við, at teir, sum í ár manna ávikavíst Gongurólv og Sølmund, kanska longu næsta ár fara at vera við til at manna 10-mannaførini hjá feløgunum.
Higartil hevur tað hilnast heilt væl hjá Gongurólvi. Teir vunnu sannførandi í Klaksvík, har teir vóru meiri enn leysir av Jarnbardi, sum vann næstfremsta plássið í harðari kapping við Sølmund.
Í Hósvík var Gongurólvur aftur fremstur. Hesa ferð var munurin aftur til Jarnbard heilt lítil. Gongurólvur var fremstur allan teinin. Jarnbardur fekk einki serligan start. Men so gekk væl hjá teimum. Teir syftu fleiri á vegnum, og í endaspurtinum bjóðaðu teir orduliga av. Á málinum vóru teir bara skutin aftanfyri Gongurólv.
Hjá teimum umborð á Sølmundi royndist tað ikki so væl í Hósvík. Tað var ikki tí, at teir vóru verri rógvarar, enn teir vóru fjúrtan dagar frammanundan. Heldur var tað tí, at teir høvdu trupulleikar at sleppa leysir av fasta startinum. Tað kom dátt við hjá teimum. Teir høvdu roynd fasta startin tvær ferðir, meðan teir høvdu hitað upp.
Tá ið bátarnir vórðu lagdir, fingu teir boð um at taka í annan krók, enn teir høvdu roynt og sum teir á dráttinum høvdu fingið boð um. Tá miseydnaðist tað. Einki var at siga til, at teir umborð á Sølmundi vóru í kolkjallaranum. Men kanska tað birtir uppaftur meiri uppundir, so teir leygardagin á Jóansøku fara at geva Gongurólvi og Jarnbardi ein skarpan gang.

Úrslit, 6-mannafør menn
1Gongurólvur07:19.03
2Jarnbardur07:19.24
3Strálan07:23.07
4Sundabáturin07:23.20
5Lómur07:26.23
6Víkingur07:27.21
7Páll Fangi07:28.14
8Stjørnan07:31.04
9Hósvíkingur07:35.01
10Sølmundur07:36.12
11Kollfriðingur07:42.05
12Fuglfirðingur07:48.18