Gongurólvur í harðari kapping

Avbjóðarin var nýggjur, og sigurin hesa ferð var ikki so tryggur, sum hann var tað á norðoyastevnu

Kappróður

 

Einasti báturin hjá sigursvanda Havnar Róðrarfelag, sum vann á norðoyastevnu, var Gongurólvur við kvinnumanning.

Soleiðis var tað eisini á fjarðastevnu á Skála. Gongurólvur við kvinnum var fyrstur á mál. Munurin millum róðurin í Klaksvík og á Skála var, at hesa ferð var tað tættari millum tveir teir fremstu bátarnar, enn tað var á Skála, og at tað hesa ferð var annar avbjóðari til Gongurólv, enn tað var í Klaksvík.

Gongurólvur var tvey sekund fyrri á mál enn Sølmundur á norðoyastevnu. Á fjarðastevnu var Gongurólvur eftir sera tættan og spennandi endaspurt bara brøkpartar av einum sekundi fyrri á mál enn Páll Fangi.

Spurningurin er nú, hvussu tað fer at hilnast hjá Gongurólvi, Páll Fanga og Sølmundi á sundalagsstevnu, sum leygardagin verður í Kollafirði.

Úrslitini higartil kundu bent á, at tað er lagt upp til tætta kapping. Favorittur at vinna bæði í Kollafirði og FM er Gongurólvur.