Gongurólvur enn eina ferð

Páll Fanga kvinnurnar góvu ábendingar um, at tær ætla at bjóða nógv vinnandi manningini umborð á bátinum hjá Havnar Róðrarfelag av

6?MANNAFØR KVINNUR

Tað gekk, sum tað gjørdi í fyrstu kappingini. Kvinnurnar umborð á Gongurólvi vóru enn eina ferð fremstar á mál. Manningin er henda, roknað frá stýrimanni og um lærbekk og fram á toftina: Magna í Stórustovu ? Inga Thorkildshøj, Karina Ottosen, Irdi Debes, Sólrun Michaelsen, Beinta Lamhauge og Hanna Joensen.
Hetta er ikk hvør sum helst manning. Í fjør vunnu tær allar róðrarnar við 5?mannafarinum Sílinum, sum var sera sannførandi FM vinnari. Nú manna tær 6?mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, og tær halda fram at verja æruna hjá mest vinnandi róðrarfelagnum í landinum. Bæði tá ið tað ræður um søguligu sigrarnar, og tá ið tað ræður um kappingarárið í ár.
Men hesa ferð varð sigurin ikki so lætt vunnin, sum hann var tað í Klaksvík. Lómur av Argjum tóktist fáa besta startin, og Páll Fangi úr Klaksvík bjóðaði seg skjótt fram sum evni til fremsta plássið.
Gongurólvur var skjótt millum teir fremstu, men tað gekk ein væl longri løta hesa ferð, áðrenn tær tóku oddasessin, enn tað gjørdi á norðoyastevnu. Páll Fangi var eina bátslongd frammanfyri, og klaksvíks kvinnurnar vóru rættuliga treiskar. Gongurólvur bjóðaði tvær ferðir av, og Páll Fangi svaraði tvær ferðir aftur, áðrenn tað loksins eydnaðist Gongurólvi at leggja seg á odda.
Tá var bara ein triðingur eftir av túsund metra teininum. Næstu lítlu løtuna tóktist tað sum um, at tær á Páll Fanga skuldu sleppa, men so mentust tær aftur, og tað var ikki fyrrenn á sjálvum málinum, at tað varð greitt, at Gongurólvur hevði vunnið. Munurin aftur til Páll Fanga, sum var tann fyrri av teimum báðum fremstu at fara undir endaspurtin, var tá ein stórur skutur ella ein lítil hálv bátslongd.
Lómur misti skjótt í kappingini um oddasessin. Tær á Argjum vóru klárt nummar trý. Men munurin fram til teir báðar fremstu bátarnar var so mikið stórur, at tað er ilt at ímynda sær, at aðrir bátar fara at verða við í kappingini um fremsta plássið í Kollafirði enn Gongurólvur og Páll Fangi. Úrslitið á Fjarðastevnuni kundi bent á, at tann kappingin kann gerast sera áhugaverd og spennandi.

Tíðirnar
01Gongurólvur05:05:15
02Páll Fangi05:06:10
03Lómur05:11:23
04Smyril05:17:25
05Fortuna05:27:18
06Fuglfirðingur05:35:14