Gongur ímóti ljósari tíðum í Føroyum

Nógv tekin eru um, at nú verða betri tíðir í Føroyum

Tað eru nógv tekin um, at tað aftur er farið at ganga betri í Føroyum.

Hetta er spurningurin, sum Óli Breckmann fer at varpa ljós á í beinleiðis kjaksending á Rás2, klokkan 16 í dag, mikudagin.

 

Teir, sum fara at kjakast, eru Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, og Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Óli Breckmann fýlist á, at lítið gott er at hoyra frá frá búskaparfrøðingum, og enn minni frá fjølmiðlum, um búskaparstøðuna í Føroyum.
 
Men í einari frágreiðin, landstýrið legði fyri altjóða metingarstovnin, Moody’s, sum gevur Føroyum ummæli sum íløguland úti í heimi, eru fleiri glottar at hóma.

Men nú bíðar landstýrið so eftir niðurstøðuni hjá Moody’s.

Óli Breckmann sigur, at ímillum teir glottar, ið síggjast í føroyska búskapinum, eru:
 - Bruttotjóðarúrtøkan, sum er framleiðsluvirðið landsins, vaks 5% í 2013 og verður mett at vaksa 4% í ár.
 - Arbeiðsloysið er lágt og lækkandi, ja hitt lægsta av okkara grannalondum, Noreg undantikið.
 - 146 fleiri fólk eru í arbeiði nú enn somu tíð í fjør og 639 fólk fleiri enn í 2011, tá henda samgongan tók við.
 

- Talið á fólki í arbeiði veksur ímillum 0,5% og 1% um árið, t.e. skjótari enn fólkatalið.
 - Lønarútgjaldingarnar vaksa 4 - 5% um árið og tað er nógv meiri enn fólkatalið og sostatt hækkar livistøðið.
 - Eftir at fólkatalið fall nakað í 2011 og 2012, vaks tað aftur 189 fólk frá í mars í fjør til í mars í ár.
 

- Útflutningsvirðið í fjør var yvir 6.000 mió kr (harav 40% aldur fiskur) og væl hægri enn nakrantíð fyrr. Vøksturin væntast at halda fram í ár.
 
- Avlop hevur verið á gjaldsjavnanum árini frá 2010, uttan í 2012 harav yvir 800 mió kr netto stava frá lønum hjá føroyingum uttanlands í 2013.
 

Óli Breckmann staðfestir eisini, at føroyingar eru meiri bjartskygdir nú enn í fleiri ár.
- Byggivirksemi er stórt og fleiri verkætlanir eru í vænti.
 
Men vandi er í hvørjari vælferð, heldur hann.
 
- Føroyar skulu helst klára at kappast um okkara egnu arbeiðsmegi við eitt nú Noreg. Tað kunnu vit gera við eitt nú at lækka skattatrýstið á inntøkur.
 

- Vaksandi almennar og privatar íløgur, og harav vaksandi virksemi, eru við at elva til trot á arbeiðsmegi og harvið trýst á lønirnar, men lóggávan letur upp fyri útlendskari arbeiðsmegi eftir tørvinum.
 

Hóast vaksandi inntøkur í kommunu- og landskassan frá skatti og mvg, er stórt politiskt trýst á landskassans útreiðslur, sum annars hava verið hildnar niðri undanfarin ár.
 
Óli Breckmann heldur, at tað hevur skund at fáa landskassahallið burtur í 2016, so at nettoskuldin ikki veksur meir.
 

- Og vónandi koma botnfiskastovnarnir fyri seg aftur skjótt, so búskapurin ikki hvílir so tungt  á uppsjóvarfiski sum nú, sigur Óli Breckmann.