Tað veksandi arbeiðsloysið í Týsklandi hevur gjørt, at týskarar keypa ikki so nógvar bilar longur, og tað er komið bilverksmiðjuni Volkswagen/Chrysler illa við, skrivar tíðarritið Bloomberg.
Í august minkaði bilasølan hjá Volkswagen 8,3 prosent, samstundis sum Chrysler seldi 13 prosent færri bilar enn í juli. Fyritøkan sigur, at arbeiðsloysið er orsøkin, og at týskarar, sum hava arbeiði, tora heldur ikki at keypa sær nýggjan bil, tí teir vita ikki, um teir varðveita arbeiðið.
Tey ótryggu viðurskiftini á týska arbeiðsmarknaðinum raka ikki bara bilídnaðin. Sambært Bloomberg eru teir týsku íleggjararnir so varnir sum sjáldan fyrr. Arbeiðsloysistølini eru heldur ikki serliga eggjandi. Í august mistu 24.000 týskarar arbeiðið, so nú eru 4,4 milliónir arbeiðsleys.