Trý føroyingalið spældu í næstbestu hondbóltsdeildini í Danmark í dag.
SUS Nyborg er aftast í deildini, og í dag tapti liðið av Fjóni 20-30 fyri Nordsjællandi á útivølli. Í steðginum var Nordsjælland á odda 13-9.
Hóast tað gongur illa hjá SUS Nyborg, so gongur tað væl hjá Tróndi Mikkelsen. Í dag gjørdist Tróndur aftur toppskjútti hjá SUS Nyborg. Í dag skoraði Tróndur fimm mál. Pætur Mikkjalsson skoraði eitt mál fyri SUS Nyborg og fekk eina tveir minuttirs útvísing.
Tá SUS Nyborg á heimavølli tapti 29-38 fyri Skovbakken fyrr í vikuni skoraði Tróndur ikki færri enn 12 mál.
SUS Nyborg er aftast við fimm stigum fyri 15 dystir. Komandi mikukvøld spælir SUS Nyborg móti Vendsyssel á útivølli.
Teis Horn Rasmussen skoraði trý mál fyri TMS Tønder, ið tapti greitt 23-35 fyri Team Sydhavsøerne á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-13.
Mikukvøldið 17. februar verður føroyingauppgerð millum TMS Tønder og SUS Nyborg í Tønder.
TMS Tønder liggur á fjórðaftasta plássi við 12 stigum fyri 17 dystir. TMS Tønder hevur seks stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Rókur Akralíð skoraði eitt mál og fekk eina tveir minuttirs útvísing tá lið hansara, HEI Skæring á heimavølli tapti 23-27 fyri Grindsted. Skaðin var gjørdur í seinna hálvleiki tá HEI Skæring var aftanfyri 8-14. Grindsted fekk øll síni trý brotskøst í málið meðan HEI Skæring brendi tvey av trimum brotskøstum.
Komandi leygardag spælir HEI Skæring heimadyst móti Otterup.
HEI Skæring liggur á níggjunda plássi við 14 stigum fyri 16 dystir.
NR. | LIÐ | DYSTIR | STIG |
1 | Nordsjælland | 18 | 33 |
2 | Skive fH | 18 | 30 |
3 | Sydhavsøerne | 18 | 21 |
4 | HØJ Elite | 18 | 21 |
5 | Grindsted | 18 | 20 |
6 | Ajax | 16 | 19 |
7 | HC Midtjylland | 16 | 19 |
8 | Skovbakken | 17 | 17 |
9 | HEI Skæring | 16 | 14 |
10 | Otterup HK | 17 | 14 |
11 | Tønder | 17 | 12 |
12 | Vendsyssel | 14 | 6 |
13 | HC Odense | 18 | 5 |
14 | SUS Nyborg | 15 | 5 |