Gongur hart út yvir kommununa

Ætlaða hækkingini í el-prísinum hevði kostað Tórshavnar kommunu út við tvær milliónir krónur.

Stóri trupulleiki hjá fleiri av kommununum í sambandi við at hækka el-prísin er, at tær flestu kommunurnar longu hava lagt fíggjarætlanina til næsta ár, og tær kunnu ikki broytast.

- Flestar kommunur hava úr at gera við at fáa raksturin at hanga saman og fáa pláss til neyðugar íløgur. Kring alt landið verður stríðst fyri at fáa endarnar at røkka saman og at bara so nøkunlunda at halda tørn. Tí hava vit ikki pláss fyri hækking í rakstrarútreiðslunum, tí at el-nýtslan skal dýrka, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

- Eg veit væl, at SEV hevur somu avbjóðingar, men tað broytir ikki uppá, at vit hava stórar fíggjarligar avbjóðingar úti í kommununum, sum vit brúka stóra orku til at spara okkum burtur úr. Hetta ávirkar eisini onnur viðurskifti í kommunalum samanheingi, sigur hann.

Tórshavnar Kommuna hevur fyri 2011 ætlanir um at gera ein innsats á tí grøna og orkusparandi økinum.

- Í 2011 seta vit, í umsitingini og á stovnunum í kommununi, í verk eitt umfatandi átak fyri orkusparing. Øll starvsfólk skulu vera við til at spara orku allaðstaðni, har tað ber til. Í stórum og smáum. Meginreglan er, at mangir løkir smáir gera stórar áir. Býráðið hevur samtykt, at tann grøni orkusparandi hugburðurin skal geva tvær milliónir krónur í sparingum á fíggjarætlanini fyri 2011, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu.

Heðin Mortensen heldur tí, at tað nyttar lítið, at elrokningin skal hækka samsvarandi. Ætlaða hækkingin hjá SEV hevði kostað Tórshavnar Kommunu 1,7 milliónir krónur ? og tá er einki vunnið við ætlaðu grønu sparingunum hjá Tórshavnar Kommunu, vísir Heðin Mortensen á.