SVIMJING: Í vikuskiftinum var svimjikappingin Ægir Open í Klaksvík, og øll svimjifeløgini í landinum tóku lut. Einki føroyskt met varð sett, men eitt bólkamet var sligið.
Kappingin var tann fyrsta í eini røð av Grand Prix kappingunum, hvar Svimjisambandið leggur dent á at fáa svimjararnar at svimja so skjótt sum gjørligt, og ikki bert vinna kappingar.
Svimjiflelagið Ægir í Klaksvík, sum var vertur fyri kappingini, endaði hesaferð á 2. plássi, eftir Havnar Svimjifelag, sum vann flestu heiðursmerkini.
Síðani september mánaða í fjør hevur Jákup Johansenverið venjari burturav, og í Ægir halda tey, at tað er hendan miðvísa venjingin, sum nú gevur úrslit. Í langar tíðar hevur Ægir vanliga ligið á fjórða plássi, tá talan hevur verið um heiðursmerki, men hesaferð kom felagið fram á næstfremsta plássið.
? Tað krevur sjálvandi nógv í tí fíggjarliga partinum, at vit hava venjara burturav, men vit fáa góðar stuðul og vóna framhaldandi at fáa tað, so tað ber til at halda fram við menningini av svimjarunum í felagnum, sigur Elna Joensen, sum er kassameistari í Ægir.