Gongur framá við Norrønu


Skipasmíð: Ein byrjar at síggja, at talan er um eitt risaskip. Nógv umtalaða Norrøna tekur nú so smátt skap niðri í Týsklandi. Eftir ætlanini skal hon sjósetast longu í august mánaða í ár, og síðst vit frættu av Smyril Line varð henda tíðarætlan hildin. Jomfrútúrurin verður so ikki fyrr enn næsta ár, men tað kunnu vit bara gleða okkum til.