Gongur framá hjá vinnuni

Síðan 2008 hevur vinnan í Føroyum verið undir trýsti, men nú hómast betri tíðir, sigur Marina Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

Síðan 2008 hevur altjóða kreppan sett sín dám á føroyska vinnulívið. Stórt sæð allar vinnugreinar hava merkt, at eftirspurningurin fall ógvusliga hesi árini.
- Fyritøkur repaðu seglini og søgdu starvsfólki upp, men seinasta árið hevur tó sæð betri út, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen.
Bæði innan tænastuvinnuna og aðrar vinnur merkja fyritøkurnar ein størri eftirspurning.
Serliga byggivinnan hevur tó stóran vøkstur í løtuni. Í krepputíðini minkaði starvsfólkatalið í hesu vinnuni við 30 prosentum frá 2008 til 2010. Men tvey tey seinnu árini eru fyritøkurnar byrjaðar at eftirspyrja arbeiðsmegi í størri mun.

Uppspardur tørvur
Ljósglottin, sum vit nú hóma, merkir ikki, at fólk við eitt hava fingið fult álit á búskapin aftur.
- Tað er náttúrligt, at eftir eina tíð við fíggjarkreppu og eftirfylgjandi búskaparkreppu, har fólk og fyritøkur hava verið varin við at brúka pengar, sæst ein størri eftirspurningur. Ting eru slitin niður, og tørvur er á at gera íløgur. Vanligt viðlíkahald av skipanum og amboðum trongir til at verða gjørt. Sostatt vísir ein uppspardur tørvur seg. Tað er ein partur av orsøkini til, at vit síggja at nýtslan tekur seg uppaftur, sigur Martia Rasmussen. Hon heldur, at tað, sum vit síggja nú, er eitt sindur av hvørjum.
- Hetta er helst ein blanding av, at fólk hava størri álit á búskapin og at ein uppspardur tørvur skapar størri eftirspurning. Men tað merkir undir øllum umstøðum, at fyritøkurnar fáa meira at gera.

Mangla fólk
Serliga byggivinnan manglar fólk við handaligari og tekniskari útbúgving.
- Tað er slík arbeiðsmegi, sum ikki er tøk í Føroyum, og tað er ein stór avbjóðing hjá byggivinnuni, sigur Marita Rasmussen.
Nógvir føroyingar, bæði handverkarar og verkfrøðingar, arbeiða uttanlands. Hetta er ikki gott fyri byggivinnuna í Føroyum, tí tað er ikki lætt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
- Føroyar hevur eina hurð, sum bara gongur annan vegin. Føroyingar arbeiða úti í heimi, men tað er ringt hjá fyritøkum at fáa arbeiðsmegi til Føroyar. Tað skapar trupulleikar m.a. fyri byggivinnuna, sigur Marita Rasmussen.
Serliga Noreg dregur nógva arbeiðsmegi til sín - ikki bara úr Føroyum, men eisini úr okkara grannalondum.
- Noreg er ein magnetur fyri tíðina, og vit kunnu ikki kappast við Noreg um arbeiðsmegi, sigur Marita Rasmussen.

Brúk fyri arbeiðsmegi
Um vinnan skal vera før fyri at bjóða uppá uppgávur, er neyðugt at vinnan hevur atgongd til arbeiðsmegi frá øðrum londum, tí arbeiðsmegin er ikki tøk í Føroyum.
Í dag stendst nógv arbeiði av at fáa útlendingar aðrastaðni enn frá norðurlondum til Føroyar.
- Tað er eitt øgiliga stórt pappírarbeiði. Viðkomandi skal fyrst inn á ambassaduna í sínum heimlandi, og so skal fyritøkan her vátta, at hon vil seta viðkomandi í starv. Um tað stendir væl til ganga tríggir til fýra mánaðir, men tað kunnu eisini ganga upp til 12 mánaðir, sigur Marita Rasmussen. Manglandi arbeiðsmegi kann verða viðvirkandi til at t.d. byggifyritøkur ikki tora at bjóða uppá uppgávur, sigur hon.
Hon leggur dent á, at fyritøkurnar helst skulu hava atgongd til arbeiðsmegi, og at tað skal vera lætt hjá teimum at faa fatur á teimum.

Útlendingar eingin trupulleiki
Í grannalondunum hevur verið víst á trupulleikan við sosialari dumping, men hetta er eingin trupulleiki, um útlendingar verða settir í starv í føroyskari fyritøku, heldur Marita Rasmussen.
- Eg haldi, tað er meira, um onkur kemur í einum bili til Danmarkar og kanska siga seg hava førleikar, sum teir ikki hava. Um útlendingar eru í starvi hjá eini føroyskari fyritøku, tryggjar fyritøkan, at dygdin er i ordan, og at tað eru fólk, sum hava neyðugu førleikarnar, sigur Marita Rasmussen.
Tað, sum er av týdningi er, at fyritøkurnar hava møguleika at bjóða og vinna pening, tá tíðirnar eru góðar.
- Fyritøkurnar mugu hava møguleika at vinna pengar, tá tað gongur væl, so tær hava nakað at standa ímóti við tá gongur illa, sigur Marita Rasmussen.

Ikki samanhangur millum tøk og tørv
Tað hevur verið so, at um arbeiðsloysi er lægri enn 3,5 %, lótu Føroyar upp fyri arbeiðsmegi frá ES. Hetta var eitt stutt tíðarskeið og sera riggaði væl heldur stjórin í Vinnuhúsinum. Men tað er ikki altíð at arbeiðsloysi og tørvurin á fakfólki hongur so væl saman. Gongdin, sum hevur verið í Føroyum, sum í flestum londum er, at fleiri fara frá primeru vinnuni og yvir í sekunderu vinnun. Millum annað hetta førir við sær, at samanhangurin millum tøk á arbeiðsmarknaðinum og tørvin á fakfólki ikki er nóg góður.
- Føroyar eru eittsindur aftanfyri grannalondini í so máta, men har er ein greið ábending um eina flyting av størvum frá primeru vinnunum og yvir í sekunderu vinnurnar, sigur Martia Rasmussen.

Alivinnan skærar burturúr
Orsaka av høgum prísum, hevur alivinnan skærað burtur frá øðrum vinnum í seinastuni.
- Alivinnan hevur ikki fingið sama toyggið, sum restina av vinnuni. Tað hevur ikki verið nóg stórt útboð av laksi á heimsmarknaðinum, tí hava prísirnir verið góðir.
Hetta eru umstøður, sum vit ikki hava ávirkan á, men eisini góðir karmar, hava gjørt tað møguligt hjá alivinnuni, at fáa eitt gott úrslit, sigur Marita Rasmussen.
- Strangar veterinerar reglur og lívfrøðiliga berandi framleiðsla eru viðurskifti, sum tryggja, at tað er møguligt, sigur Marita Rasmussen.
Eisini hevur gingið sera væl hjá pelagisku vinnuni á sjógvi og landi orsaka av betraðu atgongdini til rávøru. Nú er avtalað gjørd við hini strandalondini, og roknað verður við, at ES marknaðurin letur upp aftur. Hetta er gott fyri uppsjóvarvinnuna. Trupulleikar eru tó við bonfiskaveiðuni, sum gevur undirskot.