Gongur fram á hjá Fabrice Muamba

Í enska fótbóltsheiminum fegnast tey um, at tað gongur fram á hjá Bolton spælaranum, Fabrice Muamba, eftir at hann small um við hjartaslagi í dystinum ímóti Tottenham leygardagin.

 

Hann varð lagdur á intensiva deild, har hann hevur fingið viðgerð síðani.

 

Í fyrstuni ljóðaði, at tað stóð um lív, men síðani bórust tíðindi um, at hann var ikki longur í lívsvanda, tó at hann framvegis var ógvuliga sjúkur.

 

Men síðani hevur tað gingið spakiliga fram á. Hjartað slær sjálvt og í dag ljóðar av sjúkrahúsinum, at hann hevur fingið vitið aftur og at hann kennir næstringarnar aftur og er førur fyri at samskifta við tey og at svara spurningum.

 

Enn er langt eftir á mál til at hann er komin fyri seg aftur, men tað gongur rætta vegin, siga tíðindini úr Onglandi í morgun.

 

Hann klárar eisini at røra armar og bein, men enn er óvist, um hann fær varandi mein.