Sambært Reuters, sigur mentamálaráðharrin í bretsku stjórnini, Oliver Dowden, í morgun, at støðan hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, er stabil.
Tað var mánakvøldið, at Boris Johnson, sum er fongdur við korona, covid-19, endaði á intensivari deild á sjúkrahúsi í London, tí hann var vorðin verri fyri av sjúkuni.
Í morgun veit so mentamálaráðharrin í Bretlandi at siga, at bretski forsætisráðharrin so smátt er við at koma fyri seg aftur, og at hann hevur sitið uppi.
- Eg haldi, at støðan hjá honum er í ferð við at batna, er varisliga metingin hjá Oliver Dowden í samrøðu við BBC.