Gongur einki serligt

Trupulleikin er, at har er sandrivi.

Um 22 tíðina varð grindin rikin inn á Trongisvág, men tað hevur ikki gingið so væl.

 

Har er sandrivi, so ein partur av grindini sleppur ikki framat.

 

Nakrir hvalir eru dripnir, men enn eru fleiri, sum ikki vilja inn.

 

Nú byrjar at fløða, so tað verður lættari at fáa aldu undir. Ætlanin er at halda restina av grindini til.