Skála vann sær seinnapartin trý sera týdningarmikil stig, tá teir vitjaðu hjá FC Hoyvík í næstbestu deildini. Úrslitið varð 1-0.
Tað eydnaðist ongantíð heimaliðnum at trýsta gestirnar, og FC Hoyvík noyddist seinastu løtuna at spæla við 10 monnum, tí Sigurð Carlsson varð útvístur.
Hetta var fimtu ferð upp í slag, at FC Hoyvík ikki fær stig. Liðið er av álvara dragnað í oddastríðnum seinastu vikurnar, og venjararnir hava nakað at hugsa um, nú kappingin fer í summarfrí til 18. juli.
FC Hoyvík ? Skála 0-1