Gongur einki hjá AC Milan

Tað hevur ikki gingið, sum tað plagar at ganga hjá AC Milan í italsku fótbóltskappingini í ár. Um vikuskiftið spældi AC Milan á heimavølli ímóti Roma, og Milan tapti dystin 1-0. AC Milan hevur bert fingið 10 stig í fyrstu 9 dystunum í italsku Seriu A, og tað er ikki nóg mikið til at gera seg galdandi í toppinum í deildini, har Milan plagar at halda til.