Gongur betur hjá Kaj Leo

Hann var við í 4-1-sigri hjá Levanger FK, sum nú er omanfyri niðurflytingarstrikuni.

Tað gongur betur hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og Levanger FK, sum nú hava vunnið seg upp um niðurflytingarstrikuna í næstbestu norsku deildini.


Kaj Leo var við í 4-1-sigrinum ímóti Bærum í gjár. Hann byrjaði inni á vonginum og varð útskiftur tá ið farið varð í holt við tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat.


Levanger FK, Åsane og Fredrikstad hava nú øll 20 stig, men sum tað einasta av teimum er Levanger FK omanfyri niðurflytingarstrikuni. Tað er vegna betri málúrtøku.


Næsti dystur hjá Kaj Leo og teimum verður sunnudagin, tá ið teir skulu á vitjan hjá IL Hødd, sum í løtuni er á fjórða plássi.