Tað vóru boð eftir Martin Ødegaard úr nærum øllum heiminum, tá ið hann fyrr í ár fór úr norska felagi sínum, Strømsgodset. 16 ára gamla norska stórtalentið valdi Real Madrid, sum hevði besta pakkatilboðið. Har fær hann níggju milliónir krónur um árið og pápi hansara hevur fingið venjarastarv har.
Men tað hevur verið alt annað enn ein dansur á rósum hjá unga norðmanninum, síðani hann kom til spanska stórfelagið í summar. Hann venur við besta liðnum, men spælir dystir við eykaliðnum, Real Madrid Castilla í triðbestu deildini. Har byrjaði hann á vøllinum teir fyrstu nógvu dystirnar, men nú er støðan broytt.
Eftir at hava sitið á beinkinum tveir dystir á rað, fekk Martin Ødegaard møguleikan frá byrjan ímóti Tudelando í gjár. Hann varð tó útskiftur í 65. minutti. Tá var Real Madrid Castilla aftanfyri 1-0, og tá ið Ødegaard fór av vøllinum eydnaðist tað at javna til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Spanskir miðlar vilja vera við, at venjarin hjá Martin Ødegaard, navnframi Zinedine Zidane, dámar illa at ungi miðvallarin bara venur við besta liðnum og ikki kennir liðfelagar sínar í Real Madrid Castilla nóg væl.
- Martin Ødegaard er vorðin ein trupulleiki hjá Zinedine Zidane. Norðmaðurin riggar ikki í Castilla og eykaliðið hjá Real Madrid er eitt betri lið uttan hann, stendur m.a. at lesa í spanska blaðnum AS eftir vónbrotið ímóti Tudelando í gjár.