Gongur aftur framá hjá Wozniacki

Eftir ein niðurtúr av teimum stóru og einum falli av fyrsta niður á fjórða pláss á heimsstyrkilistanum, sær út til, at tað aftur gongur eitt sindur framá hjá Caroline Wozniacki.

 

Í fjórðingsfinaluni vann hon í Dubai á Ana Ivanovic við 6-3, 7-5. Caroline spældi rættiliga væl, men tað hoyrir við til søguna, at Ivanovic gjørdi 24 feilir í fyrsta setti.

 

Í hálvfinaluni í Dubai Open, sum Caroline Wozniacki vann síðsta ár, skal danska tennisgentan møta antin slovakisku Daniela Hantuchova ella týsku Julia Görges.