Gongulagskapping Íslandsrossafelagnum

Vikuskiftið 24. og 25. mai verður skipað fyri gongulagskapping á vølli felagsins á Kráarheyggi. Og er hetta sostatt tann næstseinasta kappingin í hesum kappingarárinum. Tað hevur verið ógvuliga stór framgongd við luttakaratalinum fyri hvørja kapping í ár, og vóna vit tað sama hesa kappingina

Til fyrstu kapping í ár byrjaðu vit uppá nakað nýtt, tað var at hava kappríðing í trav og skeið á vølli Føroya Ríðingafelags í Havnardali, og var tað sera góð undirtøka í hesum, og eydnaðist hetta serstakliga væl, henda kapping byrjar kl. 10.00 leygarmorgunin.

Kl. 14.00 sama dag verður kappast í fjórgongd, fimmgongd og tølt, hetta er tað innleiðandi umfarið, og verður hildið fram við finalu umfarinum sunnudagin kl. 14.00. Seinasta freist at tekna seg til kappingina er hóskvøldið 22.06. áðrenn kl. 21.00 á telefon 315078, 217688 ella 311830/211830.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«