Øll tann gamla áleggingin hevur verið uppi og er nú løgd av nýggjum. Nú er arbeiðið liðugt, og ferðslan kann aftur at ganga ótarnað oman og niðan. Umframt at hava lagt koyri- og gongubreyt av nýggjum, eru eisini jarnboylar settir upp millum koyribreyt og gongubreyt vestaru megin. Hesir eru fyri at forða fyri parkering hesumegin. Loyvt er bert at parkera eystaru megin. Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.