Tað bar ikki til at fáa virðislønta gongufaldaran hjá Ferðaráðnum við kunningardiskin á flogvøllinum. Boðini vóru, at Ferðaráðið vildi ikki, at hann skuldi latast út haðani.
Blaðmaðurin stóð sum Kánus. Tað kundi ikki bera til, at ein reklamufaldari fyri gonguferðir í Føroyum skuldi vera loyniligur?
Nei, tað var hann heldur ikki segði fryntliga avgreiðslukvinnan inn fyri diskin. Men boðini vóru, at hann skuldi seljast fyir 10,- krónur, men ikki á flogvøllinum, tí tað gjørdi, at sølan aðrastðani fór at minka so nógv, at aðrar kunningarstovur fingu ov lítið butur úr søluni, tí so nógv fólk kom um flogvøllin.
?Hetta ljóðar heilt løgið, og er avgjørt eisini ein misskiljing, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Hann veit ikki, hvør hevur givið slík boð, men sigur, at tað skal rættast beinanveg. Sjálvandi skal faldarin fáast har, flestu ferðafólkini koma, sigur hann.
Avgjørt varð, tá faldarin kom út, at hann skuldi seljast fyri hesar tíggju krónurnar, sum kunningarstovurnar so sjálvar fingu í sín part. Hetta varð roknað sum eitt slag av stuðuli frá Ferðaráðnum, sigur Heri Niclasen. Vanligt hevur annars ikki verið at tikið pengar fyri reklamu, sigur hann.
?Tað kann sjávandi henda, at kunningarsiskurin á flogvøllinum fer at selja fleiri faldarar, enn aðrar kunnignarstovur, men tað eru so treytirnar. Hasa misskiljingina skulu vit beinanvag fáa burturbeinda, sigur Heri Niclasen.
Sostatt skuldu útlit verið fyri at virðislønti gongufaldarin eisini verður at fáa á flogvøllinum í framtíðini.