Gongst væl í Aberdeen

Føroysku U-landsliðini, sum í hesum døgum eru í Aberdeen, hava higar til vunnið allar sínar dystir

Fótbóltur

 

Liðini, sum taka lut í kapingini, eru U15 og U17 hjá dreingjum, og U17 hjá kvinnum.

U15 dreingirnir spældu móti Fraserburgh BC í sínum fyrsta dysti, og hesin endaði við tryggum føroyskum sigri. Úrslitið gjørdist 4-0, og skutu Rógvi Høgnesen og Gilli Sørensen tvey mál hvør fyri Føroyar. Næsta dystin varð spælt móti Hetlandi, og her gjørdist talan um sannan stórsigur. Ikki minni enn 9-0. Málini skutu Rógvi Høgnesen(3),Tóki Brattalíð (2), Bogi Petersen, Gilli Sørensen, Ari Ellingsgaard og Ísak Simonsen.

Kvinnurnar spældu sín fyrsta dysti móti Vareneset Ballklub, og vunnu tær ikki minni enn 6-0. Føroysku málskjúttarnir í dystinum vóri Mona Breckmann, sum skeyt tvey mál, og Fríðrunn Danielsen, Steintóra Joensen, Bára Bertheldsen og Ása Klakstein.

U17 liðið spældi týsdagin sín næsta dyst í kappingini. Fyrra dystin vunnu teir 4-1 móti Westdyke úr Aberdeen. Málini í tí dystinum skutu Bjarti Mortensen, Hanus Hansen, Johan Símun Edmundsson og Vilhjálmur Davidsen.

Næsti dysturin var móti Dyce BC, ið somuleiðis er úr Aberdeen, og hendan dystin vunnu okkara menn 2-0. Bæði málini vórðu skotin tíðliga í dystinum, og vóru tað Jógvan Rói Davidsen og Hans Mortensen, sum stóðu fyri hesum.

 

Mynd: kvinnur

Føroysku genturnar høvdu nú ikki nakra serliga orsøk at smæðst, eftir at tær vunnu fyrsta dystin 6-0

Mynd: www.football.fo