Gongst væl

-Tað gongst væl og sum ætlað. Hetta er tað einasta vit fáa at vita frá skrivstovuni hjá ENI í Havn, har umleið 7 fólk í løtuni taka sær av boringini á landgrunninum saman við teimum mongu umborð og serfrøðingum á høvuðsskrivstovunum í Onglandi og Milano.

4. brunnurin


Luca Dragonetti, sum stendur á odda fyri boringini og sum ferðast millum Havnina og Aberdeen í hesum virknu og spentu tíðum er sera fámæltur.

Tá Sosialurin spyr um upplýsingar um boringina sum heild er svarið, at tað talan er um eitt ?tight hole? tvs. at eingir upplýsingar skulu út, meðan borað verður. Tað er so eisini kultururin ella politikkurin hjá italska felagnum helst ikki at tosa við pressuna meira enn neyðugt skilst. Tá vit biðja um loyvi at sleppa umborð á skipið at síggja umstøðurnar har og tá vit biðja um loyvi at vitja skrivstovuna í Havn fyri at tosa við fólk har og taka myndir, er svarið tað sama. Vit mugu bíða til boringin er heilt liðug. Tá kunnu vit so frætta nærri frá Oljumálaráðnum, sum sambart loyvistreytunum hevur tryggjað sær at kunna fara út alment við úrslitinum. Luca Dragonetti sigur annars, at teirra fólk dáma sera væl umstøðurnar í Føroyum. Her er gott at arbeiða og vera, eisini í frítðini, tí er tjúkt einastaðni, eru ráð fyri tí. Tá er sól aðrastaðni í landinum.

Tá blaðið herfyri tosaði við umboð fyri Oljumálaráðið skrivaðu vit, at borað varð niður á 1400 metrar frá sjálvum botninum. Hetta var ein misskiljing skilst. Teir góðir 1400 metrarnir eru frá vatnskorpuni, og tað merkir, at teir tá høvdu borað góðar 500 metrar.

Tað eru nú góðar tvær vikur síðani tað varð sett á at bora. Sum skilst er ?botnur? nú lagdur og farið er í gongd við veruligu boringina ? leitanina eftir olju og gassi. Borast skulu góðir 3000 metrar tilsamans (4250 frá vatnskorpuni) so tað fara at ganga millum ein og tveir mánaðir til at røkka endaliga málinum. Vit kunnu tí ikki rokna við einum úrsliti fyrr enn út í august ella september.

(Tey, ið vilja vita meira um ENI og teirra arbeiði í Føroyum, kunnu lesa samrøðu við Luca Dragonetti, sum stóð í serstaka oljublaðnum í fjør, blaðm.)