Gongst sum ætlað

Boringin hjá West Navion skamt frá føroyska markinum gongur sum ætlað.

Oljuleiting


Tey hava nú arbeitt í góða viku og frá høvuðsskrivstovuni hjá Smedv ig í Stavanger frætta vit, at tað gongst væl við at bora. Ætlandi skal West Navion bora fram til desember mánað. Tá hesin brunnurin er liðugur verður farið at bora Cambobrunnin, sum liggur nakað norðari. 117 mans er við tí stóra boriskipinum. Hjá Smedvig siga tey, at eftir hesar báðar boringarnar hevur skipið ongar aðrar uppgávur. Boringin í løtuni er framhald av tí fundinum, sum Amerada Hess gjørdi í føroyskum øki í fjør. Talan er um ein avmarkingar og metingarbrunn til føroyska fundið, sum verður mett at ganga inn á bretskt øki eisini.