Fyrsti venjarin at fáa sekkin í ár var danin John Christensen hjá VB. Eftir at VB hátíðarhelt 100 ára dagin á aftasta plássi í Formula deildini, er vend loksins komin í hjá vágbingum.
Av teimum seks dystunum, har nýggi venjarin hevur staðið við róðrið hevur VB vunnið tríggjar, spælt ein javnan og tapt tveir dystir. Tískil kunnu vit staðfesta, at liðið hevur vent gongdini undan summarsteðginum, eftir at vandi var fyri, at vágbingar blivu isoleraðir á aftasta plássi.
- Vit hava ligið og tvassa niðri í botninum, so vit skulu bara vinna, tí at javnleikur telur so at siga einki, segði málverjin Bjarni Johansen eftir dystin. Hann er sannførdur um, at liðið als ikki er so vánaligt, sum stigatalvan vísti fyrsta part av kappingarárinum.
Hann heldur, at tað eftir øllum at døma hevur hjálpt at skifta venjaran út. Leikarar hava víst ein nýggjan hugburð og eru farnir at trúgva meira uppá egnan mátt og megi.