Nakrar dagar seinni fær Skat í Keypmannahavn áheitan frá skattamálaráðnum um at biðja Stephen Kinnock um eina frágreiðing út frá tí, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum.
Ein mánað seinni, tann 29. juli, skrivar B.T., at Helle Thorning-Schmidt hevur givið Skat skiftandi upplýsingar um, hvussu ofta maður hennara er í Danmark. Thorning, sum heldur summarfrí uttanlands, brýtur frítíðina av dagin eftir, og við fjølmiðlarnar sigur hon, at hon hevur ikki verið nóg nærløgd, men at hon ikki hevur roynt at snýta.
1. september:
Á einum fundi letur aðalstjórin í skattamálaráðnum, Peter Loft, umboðum fyri Skat eitt notat, sum kemur til ta niðurstøðu, at Stephen Kinnock eftir øllum at døma er skattskyldugur í Danmark. Seinni upplýsir Loft, at hetta notatið møguliga stavaði frá tíðindatænastuni hjá flokkinum Vinstra.
13. september:?Skat í Keypmannahavn hevur tikið avgerð um skattskylduna hjá Stephen Kinnock, og á einum fundi verður Peter Loft kunnaður um úrslitið. Hann leggur fram eitt uppskot eitt ískoyti, sum hann vil hava við í avgerðina.
16. september:?Skatt fríkennir Helle Thorning-Schmidt og Stephen Kinnock fyri ákærur um skattafusk. Stjórin á Skat í Keypmannahavn, Erling Andersen, fær at vita, at skattamálaráðharrin Troels Lund Poulsen, spunamaður hansara Peter Arnfeldt og Peter Loft, aðalstjóri, finnast at avgerðini. Hetta avsannar Peter Loft.
17. september: ?Helle Thorning-Schmidt almannakunnger tvær reglur úr niðurstøðuni hjá Skat. Hin partin av teirri níggju síður longu niðurstøðuni vil hon ikki almannakunngera við teirri umbering, at har eru privatir upplýsingar í.
20. september:
Sambært Skat-stjóranum, Erling Andersen, fær hann at vita úr skattamálaráðnum, at Troels Lund Poulsen, skattamálaráðharri, hevur roynt at fáa avgerðina um skattamálið hjá Helle Thorning-Schmidt og Stephen Kinnock broytta, men at aðalstjórin, Petr Loft, forðaði fyri hesum.
2011
15. september
er fólkatingsval, og Sosialdemokratarnir, SF og Radikala Vinstra skipa stjórn við Helle Thorning-Schmidt sum forsætisráðharra.
10-11. november:?Politiken avdúkar, at Peter Loft, aðalstjóri, hevur havt fimm fundir við Skat í Keypmannahavn um skattamálið, og at aðalstjórin vildi hava eitt serligt brot sett inn í avgerðina hjá Skat.
14. november:?Tann nýggi skattamálaráðharrin, Thor Möger Pedersen, krevur, at bæði Peter Loft, aðalstjóri, og stjórin á Skat í Keypmannahavn, Erling Andersen, koma við hvør sínari frágreiðing um gongdina í skattamálinum hjá forsætisráðharranum og manni hennara.
2. december:?Skattamálaráðharrin almannakunnger báðar frágreiðingarnar, og har sæst millum annað, at Erling Andersen heldur uppá, at fráfarni skattamálaráðharrin,Troels Lund Poulsen, royndi at ávirka avgerðina í skattamálinum. Eftir tilmæli frá nýggja ráðharranum ger stjórnin av at seta eina kanningarnevnd at greina málið. Peter Loft verður loystur úr starvi.
4. desember?skrivar Ekstrablaðið, at Peter Arnfeldt, fyrrverandi spunamaður hjá Troels Lund Poulsen, vendi sær til blaðið um heystið í 2010 og segði seg vera til reiðar at avdúka partar av teirri loyniligu avgerðini í skattamálinum. Troels Lund Poulsen kunnger, at hann fer í farloyvi frá Fólkatinginum.
5. december:?Undir valstríðnum veitti Lars Løkke Rasmussen trygd fyri, at eingin í Vinstra hevði viðvirkað til at lata B.T. loyniligar upplýsingar um skattamálið. Hetta vil hann ikki endurtaka nú. Ístaðin fyri sigur hann, at hann hevur onga orsøk til at halda, at fólk, ið standa Vinstra nær, hava brotið revsilógina.
21. december:?Morten Bødskov, løgmálaráðharri, hevur orðað uppskot til arbeiðssetning hjá kanningarnevndini.
2012
25. juni: ?Kanningarnevndin almannakunnger nøvnini á 43 vitnum, sum hon skal avhoyra. Millum vitnini eru Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, og fyrrverandi skattamálaráðharrarnir Troels Lund Poulsen og Peter Christensen.
Í morgin byrja avhoyringarnar. Nevndin hevur ásett 26 fundardagar hetta til tann 6. mars næsta ár.
+ mynd Helle og Stephen
Myndatekstur:
Helle Thorning-Schmidt og Stephen Kinnock. Nú skal kannast, hvør lat fjølmiðlunum upplýsingar um teirra privatu skattaviðurskifti, og um hon sum andstøðuleiðari var offur fyri valdsmisnýtslu (Mynd: Politiken)










