NSÍ hevur allar spælararnar tøkar til dystin sunnudagin. Jústinus Hansen, sum ikki hevur vant seinastu vikurnar, er ikki klárur enn, og hann spælir ikki sunnudagin. Hinvegin kunnu allir spælararnir, sum vóru við í tapinum í fyrsta umfari, gera sítt til, at úrslitið verður eitt annað í Vági.
Sumba/VB fær álopsspælaran Birgir Jørgensen viðaftur til dystin sunnudagin. Hann var leikbannaður seinasta vikuskiftið. Hinir spælararnir eru eisini allir tøkir.










