Fólkini, sum eru við í frælsa ítróttinum, ætla sær at betra um úrslitið frá seinastu Oyggjaleikunum.
Tá var tað eitt vónbrot, at talið á heiðursmerkjum fór úr átta og niður í tvey.
? Vit høvdu ikki marginalarnar við okkum. Vit høvdu fleiri fjórða pláss, og høvdu vit staðið okkum eitt vet betur í onkrum av hesum kappingum, so hevði tað knappliga givið fleiri heiðursmerki, sigur Niels Jákup Jakobsen, sum er leiðari fyri liðið í frælsum ítrótti.
Hesaferð fara fimm rennarar avstað, og harafturat eru trý fólk við, sum tveita við sleggju, klingru, kúlu og spjóti.
? Málið hjá okkum er at fáa eitt betri úrslit hesaferð enn fyri tveimum árum síðani, og tí verður alt annað enn trý heiðursmerki eitt vónbrot. Tað kunnu vit líka so væl viðurkenna. Eitt ordiliga gott úrslit hevði verið seks heiðursmerki, men trý høvdu verið gott, sigur Niels Jákup Jakobsen.
Skaðar forða onkrum
Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Borgarhjørt Holm luttaka báðar í 10.000 metrum og hálvum maraton, og her telja bæði einstaklinga úrslitini og felags úrslitini. Tær báðar manna eitt sterkt lið, sum kann fara at gera vart við seg.
Hjá monnum hava Hallur Holm og Guttorm Sørensen manna eitt gott lið í hálvum maraton, men hvørgin teirra er við í kappingunum hesaferð. Guttorm stríðist við at koma í gamla forminum eftir skurð í knænum, og Hallur Holm, sum hevur verið í sínum lívs formi, fekk ein skaða herfyri. Teir báðir hava meira enn einaferð vunnið heiðursmerki í liðkappingini, men hesaferð bjóða føroysku menninir seg ikki til á teimum longu teinunum.
Bogi Lenvig, sum bara hevur runnið í umleið tvey ár, hevur fyrireikað seg væl. Hann hevur vant í felagnum Sparta, sum heldur til í Keypmannahavn, og hann skal royna seg á 1500 metrum og 5 kilometrum. Síðani eru Evald við Garð og Heini Hátún við í kappingunum á teimum enn styttri teinunum.
Heri Ziska hevur vunnið fleiri heiðursmerki á Oyggjaleikum, og hann fer aftur hesaferð at liggja fram við. Randi Kúrberg og Ingibjørg Poulsen bjóða seg eisini fram í kappingunum, har tað ræður um at tveita langt.
Luttakarar:
Evald við Garð, rennari
Heini Hanusarson Joensen, spjótkast
Heini Hátún, rennari
Bogi Lenvig, rennari
Ingibjørg Poulsen, kúluvarp og sleggja
Rigmor N. Arge, rennari
Borgarhjørt Holm, rennari
Randi Kúrberg, spjótkast
Heri Ziska, klingra og sleggja