Gongdin má vendast hjá báðum liðum

Við bara einum sigri í fýra dystum eftir summarsteðgin stríðast Víkingur og B68 í hvør sínum enda á stigatalvuni. Leygardagin seta teir hol á 20. umfar í Sarpugerði

Fyrsti dystur í 20. umfari í Effodeildini verður spældur longu leygardagin kl.16, tá ið Víkingur tekur ímóti B68.
Víkingur, sum nú hevur fingið kanska hin týdningar­mesta leikaran á liðnum, lið­skip­aran Atla Gregersen, við aftur, stríðist við at halda sam­band við oddan. Serliga 2. plássið er í eygsjón og bara tvey stig frá teimum. Eftir summar­steðgin hevur tó verið heldur linligt hjá Víkingi, sum bara hevur fingið ein sigur í teimum fýra dystunum hesumeðin summar­steðgin.
Gongdin hjá teimum skal helst vendast nú ímóti B68, sum í alt ár hevur bíðað eftir at gongdin skal vendast. Úrtøkan hjá B68 eftir summarsteðgin hevur verið júst hin sama sum tann hjá Víkingi: ein sigur, eitt tap og tveir javnleikir. Skal gongdin hjá teimum vendast og sleppast leyst úr botninum, so er við at vera í tøkum tíma hjá tofta­monnum at fáa trý stig á kontuna.
B68 hevur fingið enn ein skaða at stríðast við, nú André Olsen gjørdist skaddur ímóti NSÍ seinasta leygardag.