Gongdin í verkinum

?Messa da Requiem? er skift sundur í sjey høvuðspartar, har annar partur, ?Dies irae?, er munandi longri og máttmiklari enn hinir. Byrjanin ? Requiem aeternam? er ein bøn um ævigan frið, og har ræður ein friðsælur andi í skifti millum myrkur og ljós í tónleikinum. Við doyvdum pianissimo leggja celloirnar fyri við sorgarlag í moll, sum fiólirnar svara aftur við ljósari durmotivi á orðunum ?et lux perpetua? (og ævigt ljós). Satsurin rísur upp í einum ljómandi ?kyrie? og fellur so til hvíldar aftur í pianissimo

Í teim 19 ørindunum í ?Dies Irae? (?Vreiðinnar dagur?) verður innihaldið hvørja ferð fráboðað frammanundan í orkesturspælinum. Við fýra brakandi g-moll akkordum og kenslu av omalopi og fossaduni í tónleikinum verður tú inngangandi tveittur út í dómadagsræðuligleikan, og í kromatiskt fallandi fortissimo hoyrast ræðsluskríggini í kórinum. Hesin skakandi satsur kemur fleiri ferðir aftur í verkinum.

Sterkur er kontrasturin millum gellandi málmklangin í ?Tuba mirum? (?Tá basúnin sendir sín ófrættaljóm?), har tær fýra trompetirnar fáa afturljóð frá teim fýra eyka trompetunum aðrastaðni í salinum, og doyvda staccatoið í ?Mors stupedit? (?Stirðna skulu deyði og náttúra?), sum við sínum kikkandi pausueffekti fær tónleikastreymin til at stirðna.

Í ?Rex tremendae? (?Tú kongur av ræðandi veldi?) verður mótsetningurin drigin fram millum dømandi himnadrottin og bønina um frelsu.

Við sorgarsanginum ?Lacrymosa? (?Tárafullur dagur tann?) fellur hesin megnarsatsur sissandi til hvíldar.

Meðan ?Offertorium?, sungið av fýra solistum, er ein kensluborin satsur, trýnir ?Sanctus? fram sum ein stórfagnandi dupultfuga í 8-raddaðum kóri.

Yvir ?Agnus dei? hvílir gregorianskur dámur yvir einraddaða kórsanginum, har tónleikurin tó so við og við fyrst í orkestrinum og so eisini í kórinum setir harmoniir til.

Í ?Lux aeterna? (?Ævigt ljós lýsi fyri teimum?), seinastu bønini fyri tí farna, ræður himmalsk friðsæla.

Í ?Libera me? (?Bjarga mær, Harri?) verður borið fram ynski um frelsu frá ævigum deyða - eitt ynski, sum gerst enn meira inniligt og tráandi við endurtøku av brotum úr ?Dies irae?, ?Requiem aeternam? og ?Sanctus?.