Hóast Norðsjógvurin ikki er so langt vekk, so vóru tað kortini stóru oljufundini beint hinumegin markið, Foinaven og Schiehallion, sum fingu nakkahárini at reisast hjá føroyingum. Hví ikki eisini hjá okkum, tá olja og gass er so nær í grannalagnum, varð spurt. Og vit kenna øll oljusøguna, har fyrst yvirtøkan av ráevnunum skundaði undir marknasamráðingarnar við bretar, sum síðani skundaði undir lóggávuarbeiðið, ið so aftur varð grundarlagið undir kanningum og loksins leiting.
Og soleiðis fer søgan helst at halda fram nakað væl aftrat, nevniliga at vit neyvt fara at fylgja tilgongdini hinumegin markið og alla tíðina ímynda okkum, hvønn týdning framstig, tað verið seg leiting og útbygging har kunnu hava fyri okkum sjálvi. Og tað er í hesum anda, at greinin niðanfyri skal lesast. Nevniliga í hvønn mun útbygging av infrastrukturi vestan fyri Hetland við gassleiðingum og gassframleiðslustøðum kann fáa fyri okkara egnu olju- og gassframtíð. Tí hendir tað, at nógv gass verður funnið á føroyska landgrunninum, so er stóri spurningurin, hvussu vit fáa gassið á marknaðin. Og her er tað, at ein komandi infrastrukturur á bretskum øki kann koma føroyskum gassfeltum væl við. Tí eiga vit í Føroyum at fylgja gongdini hinumegin markið við stórum áhuga. Og her koma spennandi ætlaninar hjá bretsku stjórnini og oljufeløgunum at menna eitt infrakervið til m.a. flutning av gassi sum ein møgulig hjálpandi hond til eina framtíðar føroyska gassvinnu.
Tað er greitt, at kunnu bretska stjórnin og oljufeløgini, sum arbeiða á Atlantsmótinum, semjast um at fara undir at byggja upp ein infratstruktur í økinum, sum skal rudda slóð fyri útbygging av fleiri smærri gassfundum, so er hetta eisini nakað, sum kann gerast týðandi partur av eini framtíðar føroyskari oljuvinnu, har vit, sum liggja nógv meira avsíðis og fjarskotin, kunnu knýta føroysk gassframleiðandi felt í eina bretska flutningskipan og síðani víðari á marknaðin.
Men alt hetta stendur og fellur við framtíðar gassprísinum og í hvønn mun bretska stjórnin vil geva feløgunum, sum vilja fara undir at útbyggja smærri gassfeltini, skattafyrimunir. Tíðindini úr Ukraina um, at hol er komin á eina gassleiðing úr Ruslandi, haðani ein stórur partur av gassbrúkinum í Europa verður nøktaður, siga okkum eisini so mikið sum, at bretska stjórnin heldur enn fegin sær, at gassgoymslurnar á Atlantsmótinum verða troyttar.