- Tað eru øki innan sjúkrahúsverkið, har tað ber til at skera niður og spara pengar, uttan at tað gongur út yvir høvuðsuppgávurnar hjá sjúkrahúsunum. Tað heldur Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Við hesum sipar landsstýrismaðurin til, at sammett við okkara grannalond eru seingjardagatalið, tvs. tíðin fólk eru innløgd, ov høgt. Hann vísir á, at arbeiðast skal fram ímóti at styrkja tað ambulanta partin av sjúkrahúsverkinum, so fólk kunnu fáa eina skjóta viðgerð, og vera send fyrr heim aftur. Tá nýggi bygningurin á landssjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu fer hetta at lætta munandi um arbeiðsgongdina.
Eisini er tað tyngjandi fyri raksturin av sjúkrahúsverkinum, at fleiri »liðugtviðgjørdir« sjúklingar ikki fara út aftur av sjúkrahúsinum. Bill Justinussen vísir á, at í meðal kostar eitt røktarheimspláss umleið 1100 krónur um dagin, meðan eitt seingjarpláss á landssjúkrahúsinum er tríggjar ferðir so dýrt. Trupulleikin í dag er bara, ongi pláss eru til teirra uttan á landssjúkrahúsinum.
Samstarv
Bill Justinussen sigur, at hann eftir nýggjár fer at seta ein arbeiðsbólk, m.a. við umboðum frá øllum trimum sjúkrahúsunum í landinum. Bólkurin skal finna út av, hvussu til ber at útnytta sjúkrahúsverkini betri, so meira fæst fyri hvørja krónu.
- Tað kundi til dømis verið at ávísar funktiónir, sum í dag vera gjørdar á fleiri sjúkrahúsum, í framtíðini bara skulu gerast á einum sjúkrahúsi, sigur Bill Justinussen. Hann leggur afturat, at hetta verður ein av uppgávunum hjá arbeiðsbólkinum at kanna.
- Vit mugu vera sinnaði til nýhugsan og síggja tað sum eitt sjúkrahúsverk, og ikki trý sjúkrahús. Eg haldi eisini, at læknarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum eru áhugaðir í hesi tankagongd, sigur Bill Justinussen.
Meira innlit
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at politikarar mugu fáa størri innlit í virksemið innan sjúkrahúsverkið. Tí fer hann, saman við fíggjarnevndini, í næstum at vitja tey trý sjúkrahúsini.
Bill Justinussen ásannar, at málið hevur skund, tí við verandi virksemi koma seks milliónir at mangla í til lønir næsta ár, bara á landssjúkrahúsinum.










